Nýtt - Nýtt - Nýtt

Skrivstovureingerð

Alt íroknað - Ein rokning

Alt íroknað – Ein rokning

Vit bjóða okkum til at halda tykkara skrivstovuhølir rein og pen.


Reingerð til minni og størri skrivstovur í Tórshavnar og Runavíkar økinum.


Vit bjóða okkum at koma 1 til 5 ferðir um vikuna.


Sum nakað nýtt bjóða vit eina heildarloysn sum loysir alt. Tað kalla vit.

                

 

Alt íroknað merkir:  Alt sum hoyrir reingerina til, er íroknað, Øll røtt amboð. Vit syrgja fyri allari nýtsluvøra. Vask av klútum, viskustykkum og handklæðum. Gólvrøkt - Teppireins - Høvuðsreingerð. Ja sjálvt gólvmottan verður vaska.


Kann setast saman eftir tykkara ynskum, so tað passar júst til tykkara skrivstovu.


Alt verður skæddaraseymað til tykkara tørv, heilt niður í tann minsta smálutin.


Hava tit serlig ynskir klára vit eisini tað.


Er hetta júst tað tit leita eftir, so er bert at seta tykkum samband við okkum á tel. 211312 ella á reinger@olivant.fo og fái eitt óbindandi tilboð.


Vit kunnu byrja við stuttum skoðsbráð.  


Vit hava bert sera roynd og dugnalig fólk til uppgávurnar og bjóða veitingartrygd.


Saman koma vit á mál.



Gólvrøkt

Linolium -

Teppireins

Gólv er at ganga á , og tí hjálpir lítið at renna undan reingerð. Lat okkum dustsúgva og taka burtur blettir, skitt og smáan eyr og sand, sum skøvar og slítir gólvið óneyðugt.


linoliumsgólv reinsa og bona vit væl og virðiliga. Endaúrslitið er, at gólvið er gullreint og pent. Okkara serliga bonevni ger, at gólvið verður væl vart, og at tað er gliðtrygt.


Vilja tit hava eitt gott inniklima á tykkara skrivstovu, so er teppireins loysnin. Vit dustsúgva teppini væl og reinsa tey við sera góðari maskinu, sum tekur skitt og plettir burtur. 

Afturhvarv

Tað var 6. juni 1983, at Mary Slættanes í Havn stovnaði vaskifyritøkuna Fa. Reingering. Mary er ættað frá Gjógv, dóttir Hansinu og Oliver Debes. Familjan flutti til Havnar í 1956.

Hugskotið fekk Mary, tá systir hennara spurdi hana, hví hon ikki bara fór at vaska, tá henni dámdi so væl at vaska. Hon gjørdi skemt til veruleika og byrjaði í smáum. Á veg út til fyrsta kundan fór hon inn í matvøruhandilin úti í Hornabø í Havn og keypti síni fyrstu vaskiamboð. Hetta var 6. juni 1983, Kekkurin á 465 krónur, sum hon fekk frá Sam Jacobsen fyri fyrstu uppgávuna, er til enn.

 

Fyritøkan vaks skjótt, seinni í 80-unum hevði hon umleið 30 fólk í starvi. Hon keypti sær eini hús í Dalatúni í 1989 og eitt vaskarí í Mykinesgøtu í 1991. Men so kom kreppan, og tað sum skjótast bleiv spart burtur varð reingeringin. Í kreppuárunum vóru tey einans 9 starvsfólk. Í 1995 bleiv vaskaríið í Mykinesgøtu selt. Síðan tá hevur alt virksemi verið í Dalatúni, og fyritøkan skifti navn til Vaskarí & Reingering. Í 1998 yvirtók sonurin, Jóannes Slættanes,

 

Í dag eitur fyritøkan Reingerð og Gólv, og fæst einamest við at veita skrivstovureingerð, gólvrøkt og seruppgávur til privat vinnuvirkir, almennar og kommunalar stovnar, í Tórshavnar og Runavíkar økinum.

Sp/f Reingerð og Gólv - Dalatún 6 - 100 Tórshavn - tel. 211312 - reinger@olivant.fo