/VASKARÍ

Okkara vaskarí veitir sonevnda handklædnatænastu. Fyri flestu viðskiftafólkini vaska vit handklæði, viskistykki, klútar og tvøgur. Hetta verður gjørt eftir skipaðari ringrás.

 

Vit koma við reinari sending og heinta alt tað skitna í sama viðfangi, júst sum avtalað er. Vaskarítænastan fevnir um at heinta, skilja, vaska, turka, skilja, pakka og koyra út alt toyið.

 

Útgerð okkara er tann besta og mest nýmótans. Í vaskarínum í Gamla Skodsborg hava vit 5 ídnaðarmaskinur, ið taka millum 7 og 23 kilo av klæðum. Harumframt hava vit tvær stórar turkitrumlur.

 

Serliga tænasta okkara er at vaska arbeiðsklæði fyri virki. Arbeiðsklæði verða altíð hongd upp at turka fyri at avmarka slitið. Tænastan fevnir eisini um at heinta skitin klæði og koyra út tey reinu.

Spf. Vaskarí & Reingering   |   Dalatún 6   |   100 Tórshavn   |   tel. 31 63 00 og 21 13 12   |   reinger@olivant.fo