/TEPPIREINS

At dustsúgva teppini er týdningarmikið, men verður nógv gingið á teimum, er neyðugt at reinsa tey viðhvørt. Við at lata okkum reinsa teppini slepst undan gomlum skitti, matarleivdum og dusti.

 

Vit spræna umhvørvisvinaligt sápuvatn djúpt niður í teppið. Maskinan sýgur síðan skitna vatnið uppaftur, so teppið er turt dagin eftir. Mælt verður til at reinsa, ið hvussu er, einaferð um árið.

 

Eitt reinsað teppi er meira innbjóðandi, tað heldur longur og avmarkar smittuvanda og ovurviðkvæmi. Verða teppini reinsað javnan, verður inniluftin eisini reinari. Tað fær fólk at trívast betur.

 

Síðan 1990 eru nógvir nýggir reinsingarhættir mentir; serliga teppivask við umhvørvisvinaligum evnum. Vaskarí & Reingering arbeiðir sambært menningini á hesum økjum.

Spf. Vaskarí & Reingering   |   Dalatún 6   |   100 Tórshavn   |   tel. 31 63 00 og 21 13 12   |   reinger@olivant.fo