/SØGA

Vaskarí & Reingering er elsta, skrásetta reingerðarfyritøka í Føroyum.

 

Tað var Mary Slættanes, sála, ið upprunaliga stovnaði vaskifyritøkuna, Fa. Reingering. Mary, ið varð fødd 17. novembur 1946, var ættað frá Gjógv. Hon var dóttir Hansinu og Oliver Debes. Familjan flutti til Havnar í 1956.

 

Hugskotið at fara at gera reint fekk Mary, tá ið systir hennara agandi spurdi, hví Mary ikki bara fór at vaska; henni dámdi jú so væl at vaska! Mary gjørdi skemt til veruleika og byrjaði virksemið í smáum í heiminum við Sornhúsgøtu. Á veg út til fyrsta kundan fór hon inn í handilin í Hornabø í Havn at keypa fyrstu vaskiamboðini. Hetta var 6. juni 1983. Kekkurin á 465 krónur, sum hon fekk frá Sam Jacobsen í Havn fyri fyrstu uppgávuna, er enn til.

 

Fyritøkan hjá Mary vaks skjótt. Seinni í áttatiárunum hevði hon 45 fólk í starvi. Mary keypti Gamla Skodsborg í Dalatúni í 1989 og eitt vaskarí í Mykinesgøtu í 1991. Men so kom kreppan. Tað, sum fólk fyrst spardu burtur, var reingerðin.

 

Kreppuárini vóru tey einans 9 starvsfólk, og í 1995 varð vaskaríið við Mykinesgøtu selt. Síðan tá hevur alt virksemi verið í Dalatúni. Tá ið tað aftur fór at bragda, skifti fyritøkan navn til Vaskarí & Reingering, og í 1998 tók sonurin, Jóannes Slættanes, við sum stjóri. Mary Slættanes andaðist 3. septembur 2003.

 

Virksemið hjá familjufyritøkuni fevnir í dag um vaskarí, reingerð, gólvrøkt og mottutænastu. Í dag arbeiða tilsamans 21 fólk í Vaskarí & Reingering.

Spf. Vaskarí & Reingering   |   Dalatún 6   |   100 Tórshavn   |   tel. 31 63 00 og 21 13 12   |   reinger@olivant.fo