/REINGERÐ

Dagliga reingerð okkara er á virkjum, fyritøkum, stovnum, skúlum og øðrum. Reingerðin fatar í høvuðsheitum um at rudda og vaska gólv, ves og køk og tøma ruskíløt. Arbeiðið verður gjørt sambært avtalaðari tíðarætlan.

 

Høvuðsreingerð verður vanliga gjørd eina ferð um árið. Ofta gera vit høvuðsreint hjá viðskiftafólki, ið vit gera reint fyri dagliga. Men tørvar tykkum bara høvuðsreingerð, eru vit altíð til reiðar.

 

Reingerð eftir nýbygging ella umbygging er okkara serfrøði. Vit hava m.a. vaskað nýbygdar skúlar og umbygd skip. Vit hava dugnaligt, vælmannað lið, ið avgreiðir slíka tænastu skjótt við stuttum skotbrái.

Spf. Vaskarí & Reingering   |   Dalatún 6   |   100 Tórshavn   |   tel. 31 63 00 og 21 13 12   |   reinger@olivant.fo