/MOTTIR

//MOTTUTÆNASTA

Mottutænasta merkir, at vit við jøvnum millumbilum býta ta brúktu mottuna um við eina reina. Tú gert av, hvussu ofta vit skulu býta mottur. Eftir tað nýtist tær ikki at hugsa um, nær mottan eigur at verða skift og vaskað. Vit orðna alt fyri tykkum.

 

Hav í huga, at við egnum búmerki á mottuni bjóðar tú viðskiftafólkunum vælkomnum á heilt serligan hátt. Harumframt dámar fólki í Føroyum at hava eina reina mottu at stíga á, áðrenn farið verður innar. Veðrið er jú mangan vánaligt og vátt.

 

Vit bjóða tær at royna eina mottu ókeypis í tvær vikur. Set teg í samband við okkum, so koma vit við mottuni. Minst til, at okkara mottur eru sterkari enn tað mesta, ið til ber at keypa í vanligum teppihandlum. At vit eisini bjóða vaskitænastu ger, at okkara mottur verða tykkara megi!

Spf. Vaskarí & Reingering   |   Dalatún 6   |   100 Tórshavn   |   tel. 31 63 00 og 21 13 12   |   reinger@olivant.fo