/MOTTIR

Ímynda tær inngongdina í tíni fyritøku. Har liggur ein motta við tykkara búmerki, eini mynd, onkrum teksti ella bara í tí litinum, sum júst passar til tína inngongd. Hetta kann gerast veruleiki við MATS. Far fyrsta fetið innar í spildurnýggja mottuheimin saman við okkum. Afturfyri fært tú eina nógv nossligari inngongd, sum beinanvegin vísir, hvar fólk eru stødd.

 

Umframt at MATS veitir sterkastu motturnar við búmerkum, mynd ella liti eftir tínum ynski, hava vit vaskarí, har vit vaska motturnar við jøvnum millumbili. Vit halda nevniliga, at ein motta við ongari reingerðartænastu er meiningsleys. Umframt mottur við egnum myndevni fært tú nógv reinari gólv, vakrari inngongd, betri inniluft, minni gólvslit, álítandi mottutænastu, skikkaða ráðgeving og loysnir, sum halda.

 

Bjóða tínum viðskiftafólki vælkomnum, sum tað sømir seg. Royn eina mottu frá MATS. Vit syrgja fyri, at tú altíð hevur eina reina mottu í tínari inngongd.

Spf. Vaskarí & Reingering   |   Dalatún 6   |   100 Tórshavn   |   tel. 31 63 00 og 21 13 12   |   reinger@olivant.fo