/GÓLVTÆNASTA

Gólv er at ganga á, og tí hjálpir lítið at renna undan reingerð. Lat okkum dustsúgva og taka burtur blettir, skitt og smáan eyr og sand, sum skøvar og slítir gólvið óneyðugt.

 

Vinil- og linoliumsgólv reinsa og bona vit væl og virðiliga. Endaúrslitið er, at gólvið er gullreint. Okkara serliga bonievni ger, at gólvið verður væl vart, og at tað er gliðtrygt.

 

Trægólv eigur at verða viðfarið eftir, um tað er óviðgjørt, voksað, oljuviðgjørt, ella um tað hevur slitflata. Undir øllum umstøðum eftirviðgera vit tað við grønsápu, Probati ella røktandi olju.

 

Millum 80 og 90 prosent av gólvskittinum koma uttanífrá. Ein motta við inngongdina kann taka eini 80 prosent av hesum skitti. Ein motta avmarkar so statt reingerðartørvin munandi.

Spf. Vaskarí & Reingering   |   Dalatún 6   |   100 Tórshavn   |   tel. 31 63 00 og 21 13 12   |   reinger@olivant.fo